Tann frælslynti svenski Fólkaflokkurin ætlar sær at ganga ímóti avgerðini, sum sviar tóku á fólkaatkvøðu fyri 24 árum síðani um at leggja kjarnorkuverkini niður. Flokkurin ætlar tvørturímóti at byggja verkini í Ringhals og Barsebæck út.
Næstformaðurin í flokkinum, Jan Bjørklund, segði við svenska sjónvarpið sunnukvøldið, at verða svensku kjarnorkuverkini ikki bygd út, verða sviar noyddir at innflyta meiri olju og gass fyri at útvega nóg mikið av orku. Tað er beint ímóti politikkinum at avmarka vakstrarhúsárinið, segði hann.
Danskir politikarar hava í fleiri ár kravt, at verkið í Barsebæck verður stongt, tí tað liggur beint yvir av Keypmannahavn. Men Jan Bjørklund heldur lítið um tað danska kravið.
- Danir nýta kol til at framleiða orku. Teir kunnu ikki gera umhvørvinum størri skaða, so teirra atfinningar eru heilt burturvið, sigur svenski floksformaðurin.
Sambært umhvørvispolitikkinum hjá svenska Fólkaflokkinum skal Svøríki hava 13 ella 15 kjarnorkureaktorar um 30 ár.