Ætlar at rógva um Atlantshavið

Ein 40 ára gamal amerikanari, sum eitur John Bauby, ætlar sær at fara yvir um Atlantshavið úr USA til Evropa í árabáti. Gongst honum sum ætlað, verður hann tann sjeyndi, sum rør tvørtur um Atlantshavið, skrivar heimasíðan Newstimes.

Dagliga arbeiðir John Bauby sum kavari, men hann hevur eisini seyð á garðinum í Easton í statinum Connecticut. Nú roynir hann at savna stuðul til ferðina, samstundis sum hann er farin undir miðvísa venjing.

John Bauby ætlar sær at leggja frá landi í North Carolina á vári í 2013, og hesumegin Atlantshavið ætlar hann sær at stíga í land í Portugal.