Kenda útlendska tíðindastovan, Asociated Press skrivar, at forseti Ìslands, Ólafur Ragnar Grímsson ætlar at heiðra spælarunum hjá íslendska hondbóltslandsliðnum á tignarligan hátt. Hann ætlar at gera silvurvinnarnar, og venjara teirra, Guðmundi Guðmundssyni til riddarar av íslendska Falkaordaninum. Tað er ein serlig nevnd, sum tekur støðu til hvør kann fáa íslendska riddarakrossin, men forseti Ìslands hevur heimild til at taka slíka avgerð sjálvur. Og ætlar Ólafur Ragnar at heiðra øllum silvurvinnarunum við Falkaordaninum, tá íslendska liðið kemur til Reykjavíkar mikudagin. Íslendski Falkaordanin hevur fimm tignarstig, tey eru:
1. Riddarakrossur
2. Stórriddarakrossur
3. Stórriddarakrossur við stjørnu
4. Stórkrossur
5. Keta við stórkrossstjørnu









