Gransking
Gongst sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar, verður ein nýggjur og stórur granskingardepil bygdur í næstum.
Hann sigur, at hetta er eitt mál, hann leggur sera stóran dent á at fremja.
?Eitt tað fyrsta málið, eg fari at reisa í samgonguni eftir Olavsøku, verður at leggja uppskot fram um at byggja eina granskingarmiðstøð.
Hann sigur, at í avtalu við ES hava vit bundið okkum til at gera eina fiskapatologiska starvsstovu í Føroyum, so at vit sjálvi kunnu kanna royndir, vit taka av fiski, eitt nú í sambandi við ILA og aðrar sjúkur, ístaðin fyri at senda alt av landinum, sum vit gera nú.
?Ætlanin var at byggja hana í sambandi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna úti á Debesartrøð. Men hetta er ein stór útbygging og eg haldi at tað er ørskapur at brúka so stórar upphæddir úti á Debesartrøð, har bæði Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Fróðskaparsetrið hava átrokandi tørv á størri hølum.
Tí mælir Bjarni Djurholm heldur til, at vit byggja nýtt.
Hann sigur, at Landsarkitekturin arbeiðir í løtuni við einum tilmæli um, hvat skal gerast, um tað er rættast at byggja upp í úti á Debesartrøð, ella um tað er rættast at byggja nýtt.
Hann fær tilmælið frá Landsarkitektinum í næstum.
Ein felags pallur fyri gransking
Men sjálvur er hann sannførdur um, at tað er rættast at byggja nýtt.
Og hann hevur stórar hugsjónir, tí tað, hann ætlar, er at byggja ein felags granskingarpall, sum skal fevna um nógvar ymsar tættir.
?Eg hugsi mær ein felags granskingarmiðstøð, har Heilsufrøðiliga Starvsstovan Apoteksverkið, Heilsuverkið, verða sjóðað sama í einum og sama granskingardepli.
Men harumframt ætlar hann eisini, at aðrir íleggjar skulu koma uppí, so at hesin depilin eisini fer at leggja grundarlagið undir gransking innan biotøkni og arvagransking , so at rættilig gongd eisini kann koma á gransking á teimum økjunum eisini. Eitt nú hugsar hann um Elektron og aðrar teldufyritøkur, umframt fyritøkur og stovnar, ið hava við gransking á ymsum økjum at gera, bæði føroyskar og útlendskar.
?Sostatt er ætlanin at byggja upp eitt granskingarumhvørvið í Føroyum, sum rættiliga kann seta ferð á gransking her á landi.
Hann sigur, at ætlanin, sum so, er ikki at byggja eina nýggjan stovn, men at geva teimum stovnum, sum er, nógv betri umstøður.
?Talan verður ikki um at seta fleiri fólk- uttan so at talan verður um at seta útlendskar granskarar í starv, tí tað verður tað uttan iva talan um.
Byggjast í Havn
Tað er ongin ivi um, at tað verður stór ósemja um, hvar í landinum, ein slík granskingarmiðstøð skal vera.
Og tað váttar landsstýrismaðurin í vinnumálum eisini, tí tað hevur hann longu fingið staðfest at so er.
?Hetta er eitt mál, vit í Vinnumálaráðnum hava arbeitt við í tvey ár saman við Heilsumálráðnum, men tað kom stígur í, tí at ósemja tók seg upp, hvar ein slík miðstøð skulu vera, tí onkur vildi hava, at støðin skuldi byggjast onkra aðrastaðni, enn í Havn
Sjálvur er Bjarni Djurholm sannførdur um, at ein slík granskingarmiðstøð má vera í Havn.
?Tað verða starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum verða mergurin og ryggurin í hesi granskingarmiðstøðini. So antin byggja vit hana í Havn, ella mugu vit flyta starvsfólk av Landssjúkrahúsinum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, út á bygd og tað letur seg ikki gera.
Kostar 50 milliónir
Bjarni Djurholm sigur, eitt bygningurin til eina slíka miðstøð kostar einar 50-55 milliónir. Men harumframt kemur so allur tann tekniski útbúnaðurin, sum eisini er rættiliga dýrur.
?Tað, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tørv á, kostar áleið fimm milliónir. Men koma vit hartil, at framkomin gransking innan biotøkni og arvagranskingtekur seg upp, verður talan um heilt aðrar upphæddir, sum krevjast til tekniskan útbúnað.
Ein hornbasteinur í búskapinum
At byggja ein felags granskingarpall, sum er umrøddur í aðrari grein her á síðuni, var eitt mál, sum varð umrøtt, tá ið samgongan varð skipað eftir valið nú 30. apríl
Har er spurningurin um gransking umrøddur og tað er ikki hissini ætlanir, samgongan hevur á hesum øki.
Í samgonguskjalinum stendur einki minni enn, at ?miðast skal eftir, at kunningartøkni, bio- og gengransking verða hornasteinar í búskapinum, har samanrenning ímillum vitan, samskifti og kunningartøkni verður ásin, sum framburðurin á økinum melur um.
Kreativar vinnur skulu mennast.
Byggjast skal starvsstova, har sjúkrahús, apotek, Heilsufrøðisliga Starvstovan, Elektron, aðrar teldu-fyritøkur og privatir íleggjarar samstarva á felags palli innan gengransking, lívfrøði og evnafrøði?.