Ætlar at arbeiða eftir álitinum

- Ofta er vandin, at álit ikki eru ítøkilig, men her er øðrvísi og eg ætli mær at arbeiða út frá álitinum, sigur Signar á Brúnni. Hóast álitið frá útbúgvingarpolitikknevndini samantvinnar skúla og vinnulív og mælir til, at vinnan sleppur fíggja gransking, so er Signar á Brúnni ikki samdur í, at hetta politiskt er at ganga til høgru

Signar á Brúnni, landsstýrismaður, metir álitið frá útbúgvingarpolitikknevndini vera sera gott og ítøkiligt.

- Ofta er vandin, at álit ikki eru ítøkilig, men her er øðrvísi og eg ætli mær at arbeiða út frá álitinum, sigur Signar á Brúnni.


Vinnulívið týdning

Hann er ikki samdur við teimum, ið finnast at nevndarsamansetingini.

- Umboð fyri ymsu skúlarnar eiga ikki at vera við, tá heildarætlan fyri skúlaverkið verður viðgjørd. Í nevndini eru fólk, ið hava arbeitt innan skúlaverkið og fleiri hava undirvíst nógv. Nevndin hevur eisini verið úti um seg og spurt á ymsum skúlum og ikki minst í vinnulívinum og tað hevur týdning, sigur Signar á Brúnni, sum er samdur við nevndini í, at skúli og vinnulív eiga at samstarva meira.

Signar á Brúnni er ikki samdur í, at námsfrøðiligi parturin haltar og at ov nógv er farið vinnulívsvegin

- Eg haldi ikki hetta ger nakað. Tá arbeiðið kemur víðari og t.d. lóg um miðnámsútbúgvingar skal smíðast, tá fara vit eftir avvarðandi yrkisfelag og hoyra metingarnar, sigur Signar á Brúnni.


Spurnarstýrd undirvísing

Tá álitið var til umrøðu í Løgtinginum, høvdu løgtingslimir hug at finnast at barnafatanini og ætlanum í álitinum.

- Miðað verður ímóti at fáa eina meira spurnarstýrda, enn læararastýrda undirvísing. Hetta tekur tíð. Eg havi verið lærarai í 30 ár og eg meti, at um ein nýtir somu undirvísing í dag á 1. flokki, sum fyri 30 árum síðani, so er ringt at fáa næmingar við í tímanum. Samfelagsmeningin ávirkar og uppalingin av børnum er broytt. Alt er meira demokratiskt. Í álitinum um forskúlaflokkar, pedagogar, stendur, at børnini skulu læra at vera sjálvstøðug og halda uppá sítt. Hetta verður lagt í barnið og so hendir sjálvsagt ein hugburðsbroyting.Men altíð verður tað ein blandingur av undirvísingum, heldur Signar á Brúnni.


Lærar og pedagogar

Lærarafelagið hevur áður gjørt vart við, at felagið ikki gongur við til, at lærarar og pedagogar koma inn á somu arbeiðsøki.

- Eg ivist ikki í, at vit her kunnu koma ásamt. Vit eiga at gera eina markaavtalu, hvussu komið verður inn á ymsu økini hjá hvørjum øðrum, so eg síggi hetta ikki sum nakran stóran trupulleika. Men eg haldi fast við, at tey, sum hava røttu útbúgvingina, taka sær av børnunum. Sum nú er, so er tað ikki júst smábørnini, ið lærarar skulu taka sær av. So kann ein spyrja, hvat ein so sakal gera?. Vit sita júst og smíða nýggja lóg fyri Føroya Læraraskúla, og her er nakað, sum vit mugu taka upp, sigur Signar á Brúnni.


Gransking

Signar á Brúnni sær ongan vanda í, at vinnulívið skal inn at stuðla gransking, tí her er býtt upp í fleiri sløg av gransking.

- Tað eru 3 sløg av gransking. T.d. granskingin á Fróðskaparsetrinum heldur fram. So er tað endamálsgranskingin, hetta við at fáa eitt úrslit. Í vinnulívsknýttu granskingini skal almenn og vinnulívsgransking sameinast. Har hava íslendingar dugað væl og tað hevur kastað av sær, landið eigur granskarar og fólk eru før fyri at fara í onnur lond at arbeiða, sigur Signar á Brúnni.

Hann er samdur í, at alt botnar í, hvussu nógvan pening, vit hava ráð at seta á fíggjarlógina, men hetta gevur helst nakað av sær í síðsta enda og tí er hetta eisini nakað, ið onnur lond gera, vísir Signar á Brúnni á.


Ikki til høgru

Signar á Brúnni er ikki samdur í, at vinnulívsrættaða álitið og hetta við at geva vinnuni lut í gransking, er eitt stig á leiðini til høgru í politiskum høpi.

- Eg síggi hetta ikki soleiðis. Nevndin kemur í álitinum við einum savni av hugskotum. Her er nakað ítøkiligt. So mugu myndugleikarnir hyggja at hesum og vita, hvat kann fremjast í verki. Kanska við semjum. Sum heild haldi eg, at talan er um góð uppskot, sigur Signar á Brúnni, ið fegnast um, at tingmenn, hóast atfinngar, vóru positivir fyri álitinum.

- Hetta er eitt álit, sum eg ætli mær at arbeiða eftir, og eg boðaði í Løgtinginum frá, at vit fóru at arbeiða eftir hesum og fara at koma við uppskotum. Eg segði eisini, at eg vónaði, at tingmenn tá vístu sama positiva vilja, sum nú, tá tosað varð um álitið, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður.