Ætlanir um nýtt røktarheim

Norðoyggjar: Gongur so sum fimm av smærru kommununum í økinum ætla, so fer eitt nýtt røktarheim at verða bygt í nærmastu framtíð.

Hesar fimm kommunurnar  Viðareiðis, Húsar, Hvannasunds, Svínoyar og Kunoyar  hava sent eina umsókn til Almanna- og Heilsumálaráðið við umsókn um stuðul til eitt ellis- og røktarheim.
Kommunurnar hava hugt eftir eini kanning, sum varð gjørd um tørvin á slíkum heimi í Norðoyggjum. Og út frá hesum hava tær so tikið fyrsta stigið til tað, sum helst fer at enda við einum felags ellis- og røktarheimi í onkrari av hesum bygdunum.
Árni Absalonsen, bygdarráðsformaður á Viðareiði segði í sendingini "Heimabeitið" mánadagin, at teir ætla at gera hetta røktarheimið til 20 fólk.
 Men tørvskanningin vísti, at pláss eigur helst at verða fyri eini 32 fólkum, segði hann.
Hinvegin so er støða enn ikki tikin til, hvar hetta heimið skal liggja. Dult verður tó ikki fyri, at hetta helst verður í onkrari av bygdunum eystan Múla.