Ætlanin við at gera nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík er nú komin nærri einari loysn

Fótbóltsvøllur í Hoyvík, verður á fíggjarlógini hjá Tórshavnar kommunu í 2012

Vit eru nú øll samd um í býráðssamgonguni hjá Tórshavnar kommunu, at tað er neyðugt at fáa ein fótbóltsvøll til Hoyvíkar. Hetta varð avgjørt á samgongufundi herfyri.
Vit eru eisini samd um í býráðssamgonguni , at fyrsta stigið er at fáa staðsetingina av fótbóltsvøllinum endaliga ígjøgnum.
Fyri mítt viðkomandi er tað líkamikið, hvar plaseringin av fótbóltsvøllinum í Hoyvík verður.
Um tað verður í Dalinum Langa, við skúlan við Løgmannabreyt ella onkra aðrastaðni, er líka mikið.
Tað sum er umráðandi er, at vøllurin verður gjørdur, og at vøllurin lýkur øll FIFA krøv, og at vit nú eru samd um at hetta arbeiðið skal gerast.
Sum nú er, hava vit lagt upp til at finna fígging av fótbóltsvøllinum longu í komandi fíggjarári, t.v.s. í 2012.
Ein má siga, at tað hevur verið neyðugt at kjakast innanhýsis í samgonguni, fyri at finna ta røttu politisku loysnina. Tí vit eru øll samd um, at tørvurin er stórur fyri hesum fótbóltsvølli til tey umleið 4000 fólkini sum búgva í Hoyvík.