Ætlanin hjá Tórshavnar Býráð um at leggja dagstovnarnar í kommununi, saman, fer at gera støðuna verri enn hon er í dag.
Tað sigur Pedagogfelagið, sum nú ger eina seinastu roynd at fáa meirilutan í Tórshavnar Býráð at broyta meining, áðrenn ætlanin verður endaliga samtykt.
Ætlanin er at leggja dagstovnarnar saman í fýra eindir, sum so skulu hava hvør sín eindarleiðara ið skal vera millumlið ímillum umsitingina í býráðnum og leiðaran á teimum einstøku stovnunum.
Pedagogfelagið og pedagogarnir hava mótmælt, tí tey vilja heldur hava býráðið at játta hvørjum stovni sær pengar til fleiri starvsfólk. Og so vilja tey hava býráðið at játta nokk av pengum, so at stovnsleiðarar kunnu vera stovnsleiðarar. Sum nú er, eru teir bara leiðarar hálva tíð, ella har á leið.
Tað liggur eisini í ætlanini hjá býráðnum at játta meiri pengar til starvsfólk. Men Pedagigfelagið sigur bygnaðarbroytingin fer bara at gera ilt verri.
– Vit halda, at hetta er eitt óneyðugt leiðslulið – eisini hóast pengar fylgja við, siga tey.
Eftir ætlanini hjá meirilutanum í býráðnum fer bygnaðarbroytingin at kosta 7,25 milliónir, tá ið pengarnir til fleiri pedagogar er tald við.
Men býráðið metir, at hetta verður sjálvfíggjandi, og tí er Pedagogfelagið komið til ta niðurstøðu, at ætlanin er ikki at játta meiri pening til økið, soleiðis sum býráðið annars hevur sagt.
Í roynd og veru er sostatt tvørtur ímóti talan um sparingar, men at pengarnir vera bara fluttir av einum øki til eitt annað.
Pedagogfelagið sigur at veruligi trupulleikin er fíggingin, har færri og færri peningur er settur av til økið, tí játtanin verður upp etin av prísvøkstri og undarligum roknistykkjum.
Og nú er ætlanin at skerja á fleiri økjum. Ætlanin er at spara uppá avloysaratímar, ið longu eru ov fáir á økinum.
– Ætlanin er eisini at spara tímar vegna serligan tørv og tað skal gerast við at minka um tørvin við at bøta um eftirlitið.
– Hetta boðar ikki frá góðum, og ætlanin leggur als upp fyri veruligu avbjóðingunum á dagstovnaøkinum, sigur Pedagogfelagið.
– Verandi ætlan ferð bara at skaða økið, leggur felagið afturat.