- Ætlandi verður fiskivinnuálitið lagt fram í morgin

- Vónandi verður tað lagt fram í morgin, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevnd løgtingsins í kvøld

Bjørt Samuelsen sigur, at samgonguumboðini í vinnunevndini hava arbeitt við málinum í dag og sita nú í kvøld og royna at fáa nýskipanina á mál. Bjørt Samuelsen sigur seg vóna, at tað fer at eydnast, men staðfestir samstundis, at í politikki kann ein ikki verða vís í nøkrum, og tað er hon heldur ikki í hesum førinum.

 

Væntandi verður álitið borið í tingið aftur í morgin, og so verður 2. viðgerð av uppskotinum um at nýskipa fiskivinnuna á skránni um nakrar dagar.

 

- Eg vóni tað ber til at fáa undirtøku, sigur Bjørt Samuelsen við Kringvarpið. Hon vil kortini einki siga um, hvat tað er, sum nú skal verða broytt í uppskotinum.