– Nei, vit eru ikki nøgdir við úrslitið. Vit ætlaðu okkum heilt víst at vinna dystin, men tá teir koma á odda 2-0 beinanvegin, verður tað ikki so lætt hjá okkum, staðfestir liðskiparin. Hann visti tó ikki heilt, hví AB fekk tvey so skjót mál. – Tað sær ikki út til, at vit eru heilt klárir til dystin frá byrjan av. Men eg haldi allíkavæl, at vit hava allar møguleikar at vinna henda dystin. Høvdu vit skorað upp á onkrar av teimum nógvu møguleikunum, so høvdu vit vunnið dystin.