Trygdardeildirnar í Irak hava tikið ein saudiarabiskan mann, sum eftir øllum at døma hevði ætlanir um at søkja at danska og niðurlendska landsliðnum í HM-kappingini í fótbólti, sum verður í Suðurafrika í summar.
Maðurin, sum eitur hedder Abdullah Azam Saleh al-Qahtani, skal undir avhoyringum hava sagt, at ætlanin um álop á tey bæði landsliðini kom fram, tá hann og nakrir vinmenn hittust í fjør.
-Vit tosaðu um at hevna okkum inn á danir og niðurlendingar, tí tey bæði londini hava niðrað profetin Muhammed, skal maðurin hava sagt.
Abdullah Azam Saleh al-Qahtani skal eisini hava sagt, at al-Qaeda hevur ikki góðkent ætlanina.
Donsku myndugleikarnir vilja ikki gera viðmerkingar til tíðindini.