Ætlaðu álop á amerikansku kongressina

Ein av bólkunum hjá Osama bin Laden skuldi søkja at kongressini í Washington beint eftir 11. september

 

Tað er amerikanska tíðarritið Newsweek, sum ber tíðindini um tað ætlaða álopið.

Blaðið skrivar, at ein av teimum sonevndu ?sovandi bólkunum? hjá bin Laden skuldi skipa fyri álopinum og seta tað í verk, men limirnir í bólkinum valdu at fjala seg ella at rýma úr USA, tá teir varnaðust, at samveldisløgreglan FBI var í hølunum á teimum.

Fregnartænastukeldur vilja vera við, at tá FBI fór undir at handtaka útlendingar, sum ikki høvdu sítt uppihaldsloyvi í lagi, tók FBI av tilvild nakrar menn, sum skuldu hjálpa bólkinum við álopinum á kongressina. Tá teir í bólkinum frættu, at hjálparmenn teirra vóru tiknir, varð álopið avlýst.

Sambært Newsweek veit FBI framvegis ikki, hvørjir teir fongslaðu hjálparmenninir eru. Síðani 11. september hava amerikansku myndugleikarnir fongslað umleið 650 fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt samband við yvirgangsvirksemi, og John Ashcroft, løgmálaráðharri hevur sagt, at nøkur av teimum tiknu helst hava havt samband við felagsskapin Al-Qaeda hjá bin Laden.

Ráðharri hevur eisini sagt, at myndugleikarnir hava umleið 5000 fólk, sum skulu avhoyrast í sambandi við illgruna um altjóða yvirgangsvirksemi.