Ein 21 ára gamal maður í amerikanska statinum Tennessee hevur viðgingið, at hann hevði lagt ætlanir um at beina fyri fleiri svørtum amerikanarum, teirra millum Barack Obama.
Saman við vinmanninum Paul Schlesselman skuldi Daniel Cowart skjóta 38 svartar amerikanarar. Hetta var í 2008, og eftir ætlanini skuldu teir eisini myrða Barack Obama, sum tá royndi at gerast amerikanskur forseti.
Teir báðir menninir sleptu sínum ætlanum, og vinmaðurin greiddi løgregluni frá, hvat teir høvdu ætlað. Hann kann kortini vænta sær tíggju ára fongsul, men Daniel Cowart kann fáa 75 ára fongsul, skrivar AP.