Ætlaðu at hálshøggja fleiri muslimskar hermenn

Bretska løgreglan heldur nú, at menninir, sum vórðu tiknir fyri nøkrum døgum síðani, ætlaðu at hálshøggja fleiri muslimar, sum gera tænastu í bretska herinum.

Fyrradagin kunngjørdi løgreglan í Birmingham, at teir tiknu menninir høvdu havt ætlanir um at hálshøggja ein ungan muslimskan mann, sum er hermaður í bretska herinum. Men aftan á húsarannsóknir í gjár heldur løgreglan, at menninir ætlaðu at beina fyri minst einum hermanni afturat og kanska fleiri.

Fleiri muslimar, sum eru í bretska herinum, hava gjørt tænastu í Afghanistan og Irak, og løgreglan heldur, at teir tiknu ætlaðu at beina fyri minst tveimum teirra fyri at ræða muslimskar menn frá at gera hertænastu. Í løtuni eru 248 muslimskir menn í tænastu hjá bretska herinum.

Mannarættindafelagsskapir og muslimskir felagsskapir í Bretlandi halda, at løgreglan er lopin framav. Teir vísa á, at løgreglan hevur fyrr tikið fólk og lagt tey undir at hava havt ætlanir um at beina fyri muslimskum hermonnum, men at eingin er ákærdur enn.

Teir muslimsku felagsskapirnir í Bretlandi leggja løgregluna undir at jagstra muslimar.

-Tað er næstan ikki dagur, at ikki onkur muslimur verður tikin, sjálvt um løgreglan noyðist at lata teir leysar beinanvegin, sigur ein muslimskur talsmaður við Reuters.