Osama bin Laden og al-Qaeda høvdu lagt ætlanir um at søkja at stórum oljutangaskipum. Tað hava amerikanararnir sæð í skjølum, sum teir funnu í húsunum hjá bin Laden, tá teir lupu á og beindu fyri yvirgangsleiðaranum.
Endamálið við álopunum á oljutangaskip var eftir øllum at døma at gera oljuna dýrari og at órógva búskapin í Vesturheiminum.
Amerikanararnir hava fyrr kunngjørt upplýsingar, sum vísa, at al-Qaeda hevur havt ætlanir um at søkja at tokferðsluni í USA seinni í ár í sambandi við, at 10 áru eru liðin síðani atsóknirnar at New York tann 11. september í 2001. Sum skilst var ætlanin at skipa so fyri, at eitt tok skuldi fara út av eini brúgv.