Ætlað sjálvmorð kostaði ellivu mannalív

Amerikanarin Juan Manuel Alvarez ætlaði at taka lívið sær. Hann setti seg í bilin og sett hann á jarnbreytina. Men so slepti hann ætlanini

Tann 25 ára gamli Juan Manuel Alvarez sat í bilinum á jarnbreytini nærhendis Glensdale uttan fyri Los Angeles og bíðaði eftir, at eitt tok skuldi koma. Men tá rokið kom, sveik dirvið. Í síðstu løtu leyp hann úr bilinum.
Stoyturin var ógvusligur, tá tokið úr Los Angeles rendi á bilin. Ein av vognunum bleiv slongdur av breytini og yvir á eina aðra breyt, har hann rakti ein annan vogn. Tá bjargingarliðið og løgreglan komu á staðið, vóru ellivu fólk deyð, og meiri enn 125 máttu flytast á sjúkrahús. 60 onnur máttu fáa sálarliga hjálp.
Sambært myndugleikunum er hetta tann ringasta tokvanlukkan í Kalifornia í trettan ár. Men spurningurin er, um talan var um eina vanlukku. Juan Manuel Alvarez bleiv tikin beint aftan á tilburðin, og ákæruvaldið í Los Angeles segði í gjár, at nú skal støða takast til, um hann skal skuldsetast fyri morð.
Juan Manuel Alvarez hevur viðgingið, at hann setti bilin á jarnbreytina, tí hann ætlaði at beina fyri sær. Tað gjørdi hann ikki, men nú kann hann vænta at enda sum drápsmaður ístaðin fyri.