TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum HB fekk, tá HB á heimavølli vann 4-0 á Suðringum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við trímálsskjúttan hjá HB, Adrian Justinussen aftaná dystin.
Adrian Justinussen hevði sum mál at skjóta 14 mál hetta kappingarárið, og hann hevur longu skotið 18 mál.
Og Adrian Justinussen slær fast, at hann ætlar ikki at steðga her, men skjóta nógv fleiri mál. Hann hevur havt ein málturk í eina tíð nú, og tí var tað kærkomið hjá Adrian at skjóta trý mál í dag.
Serliga frísparksmálið var væl sett inn, og tað fegnast Adrian um. Har megnaði Adrian at skjóta bóltin í síðani sum málverjin ikki hevði væntað, og Adrian er sera fegin um, at tann ætlanin eydnaðist. Hann sigur, at hann er blivin ein meira búgvin spælari enn hann var fyrr, og hann hevur ein venjara sum trýr uppá hann og vísir honum álit.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við málverjan hjá HB, Teit Matras Gestsson hoyrist HER
Samrøðan Tróndur Arge hevði við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl hoyrist HER