Ætlaði at flýggja í rændum flogfari

Aftan á hópdrápið á Utøya ætlaði drápsmaðurin Anders Behring Breivik sær at flýggja í einum flogfari, sum hann ætlaði sær at stjala á Gardermoen-flogvøllinum uttan fyri Oslo. Tað hevur hann sambært blaðnum VG sagt undir avhoyring hjá løgregluni.

Verji hansara, Geir Lippestad, vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini í blaðnum.

-Sum heild kann eg siga, at í nógvum førum hevur Breivik eina aðra fatan av veruleikanum enn tey flestu, sigur verjin.

Undir avhoyringunum hevur Anders Behring Breivik greitt frá, at hann mátti skunda sær í seinastuni, tí fyrireikingarnar til álopini í Oslo og á Utøya tóku longri tíð, enn hann hevði væntað. Fyrireikingarnar vóru eisini truplari, enn hann hevði roknað við.