Ætlaði at drepa Brundtland og Støre

Hevði alt gingið, sum Anders Behring Breivik ætlaði tann 22. juli, høvdu fyrrverandi forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland og núverandi uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, ikki verið á lívi í dag.

Í avhoyringum hjá løgregluni, sum blaðið VG endurgevur úr í dag, hevur Breivik greitt frá, at í veruleikanum miseydnaðist bumbuspreingingin í Oslo og gjørdi tí munandi minni skaða, enn hann hevði ætlað.

Verjin hjá Breivik, Geir Lippestad, hevur nevnt, at tað kanska var tann miseydnaða atsóknin í Oslo, sum fekk Breivik at fara til Utøya. Kortini hevði hann longu sett sær fyri, hvat hann skuldi gera har. Høvuðendamálið við ferðini til Utøya var at beina fyri Gro Harlem Brundtland, Jonas Gahr Støre og kanska eisini formanninum í ungdómsfelagnum hjá Arbeiðaraflokkinum, Eskil Pedersen.

Í avhoyringunum hevur Breivik sagt, at undir hópdrápinum á Utøya, sum kostaði 69 mannalív, hugsaði hann fleiri ferðir um at taka lívið av sær.