Ætla at loyva oljuleiting við Lofoten

Norska oljumálaráðið umhugsar at loyva oljuleiting við Lofoten, men umhvørvisverndarfelagsskapir boða frá tiltøkum, verður tað gjørt

Oljuleiting
Árni Joensen:

Gongur tað, sum oljumálaráðið í Oslo ætlar, verða nakrar leiðir úti fyri Lofoten bodnar út til oljuleiting, tá 18. útbjóðingarumfar verður í næstum.
Tað hevur verið upp á tal fyrr at bjóða oljufeløgunum at leita úti fyri Lofoten, men higartil hava myndugleikarnir aftrað seg við at gera tað, tí leiðin hevur sera stóran týdning sum vakstrarøki hjá fiski.
Umhvørvisverndarfelagsskapurin Bellona sigur, at hann fer at stríðast av øllum alvi ímóti møguligari oljuleiting við Lofoten. Felagsskapurin sigur, at økið er alt ov viðkvæmt, til at tað er ráðiligt at loyva oljuleiting har.
Í oljuídnaðinum fegnast tey harafturímóti um ætlanina hjá oljumálaráðnum, tí leitingin fer at geva nógv arbeiðspláss. Víst verður á, at nógv arbeiðsfólk í oljuvinnuni hava mist arbeiði, tí leitingin í norskum øki hevur verið munandi minni í seinastuni enn undanfarin ár.