Tað eru bert fá ár síðan, at bryggjukanturin norður úr Pelagos-bryggjuni í Fuglafirði varð longdur við 60 metrum inn í krókin, har pierurin - ella útfyllingin - stingur út niðan fyri Havsbrún.
Frammanfyri uppsjóvarvirkið Pelagos og oljugoymsluna longur úti á Fuglafirði er eisini langur bryggjukantur. Haraftrat er long bryggja allan vegin innan fyri Havsbrún, Havnarskrivstovuna og frammanfyri gamla Vónavirkið.
Men, alt hetta er ikki nóg mikið til tað virksemi, sum er í Fuglafirði.
Tað er bara, tá skipini ikki eru ov stór, at tað ber til at bunkra, landa og avskipa í senn á Fuglafirði.
Rólant Højsted, havnarmeistari, sigur, at tað er eitt ynski, at bryggjukanturin verður bygdur longur út eftir fjørðinum – ella norður eftir, sum tey siga í Fuglafirði.
- Ein slík ætlan hevur verið til umrøðu, har einir 70-80 metrar av atløgusíðu verða bygdir aftrat, men sum eg havi skilt, fyriliggur eingin neyv tíðarætlan.
Havnarmeistarin vísir á, at ein slík útbygging hevði verið rættiliga munagóð, men hon liggur helst nakað frammi í tíðini.
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, váttar, at hesar ætlanir hava verið uppi og vent í kommununi, men enn fyriliggur eingin tíðarætlan, og tí er eisini trupult at siga beint nú, nær ein møgulig havnaútbygging verður framd.
Seinastu tvey árini hava fleiri enn túsund skip verið á Fuglafirði um árið, og alt bendir á, at skipatalið í ár verður nøkulunda tað sama sum í 2017 og 2018 - ella stívliga 1000 skip, sum koma og fara.