Hesi tíðindi bórust í íslendska ríkisútvarpinum, RÚV. Þórólfur Guðnason, smittufrøðingur, segði, at tey enn ikki hava fingið útkastið til avtaluna við Pfizer, men roknað verður við einum svari seinnapartin í dag, um verkætlanin verður veruleiki.
Nógvar leysasøgur hava verið um hesa hópkoppseting av øllum íslendingum í einum slíkum samstarvi um gransking, og dagurin 20. februar hevur verið nevndur.
Tó er óvissa um hendan dagin, tí loyvi skal fáast frá dáturáðnum og vísindasiðsemisnevndini.
Þórólfur Guðnason heldur, at Ísland er sera væl egna til eitt tílíkt tiltak.
##med2##
Sambært tíðndum í íslendskum miðlum, so er Laugardalshøllin gjørd tilreiðar soleiðis, at til ber at koppseta 500 fólk um tíman. Eisini er talan um at leiga ítróttarhøllina á Ásvelli í Hafnarfirði til hópkoppsering.