Ætla at gera skjótt av við miðnámsskúlanum

Mentananarnevndin hjá Løgtinginum ætlar at avgreiða málið um miðnámsskúlan longu til týsdagin

Skúladepil í Suðuroy

Mentanarnevndin hjá Løgtinginum ætlar at bera skjótt at fyri at avgreiða málið um skúladepil í Suðuroy.
Tað sigur Andreas Petersen, formaður í mentanarnevndini.
Men tað er eisini neyðugt, skal tað eydnast at avgreiða málið í hesi tingsetuni, tí næsta fríggjadag fer Løgtingið í summarfrí og kemur ikki saman aftur, fyrrenn nýggja tingárið byrjar á ólavsøku.
Eftir ætlan skuldi mentanarnevndin longu hava sín fyrsta fund um málið longu í gjár, mikudagin..
Tá skuldi nevndin kalla landsstýrismannin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni á fund við nevndina.
Tá skuldi nevndin eisini gera av, hvør annar skuldi kallast á fund við nevndina, áðrenn hon kann avgreiða málið.
Helst skuldi so fundur vera aftur í morgin, fríggjadagin.

Skal vera liðugt týsdagin
Andreas Petersen sigur, at málið skal fyri aftur tingið týsdagin, skal tað eydnast at avgreiða tað áðrenn tingið fer til húsar.
Skal dømast eftir tí, sum varð sagt í tinginum, tá ið málið var til 1. viðgerð týsdagin, er lítil ivi um, at tað verður samtykt, hendir ikki okkurt heilt óvæntað.
Tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin vóru ímóti, men tað var alkunnugt frammanundan.
Hinvegin taka allir samgonguflokkarnir undir við tí.
Tað var bara ein tingmaður ú samgonguni, sum mutaði ímóti og tað var javnaðarmaðurin, Sverri Midjord.

Skúladepil í Hovi
Í staðin fyri ætlaða miðnámsskúlan í Vági, ætlar landsstýrið at byggja ein skúladepil í Hovi við studentaskúla og heilsuskúla.
Skúlarnir skulu vera lidnir í 2008.
Landsstýrið sigur, at tað er bíligari at byggja báðar skúlarnar saman, eins og tað gevur ávísar fyrimunir í rakstrinum.
Hesum tekur formaðurin í mentanarnevndini undir við.
? Tað kemur ikki uppá tal at byggja tveir skúlar, tá ið báðir skúlarnir kunnu byggjast saman, sigur Andreas Petersen.
? Hann sigur, at verður ein skúladepil bygdur í Hovi, eru eisini møguleikar fyri at leggja aðrar útbúgvingar afturat skúlanum seinni, bæði útbúgvingar, sum eru kendar nú og útbúgvingar sum taka seg upp í framtíðini.
? Samstundis tekur hann undir við tankanum um eitt ellisheim í Vági, men hann leggur dent á, at tað er eitt stig, sum kommunurnar mugu taka.
? Barnatalið í Suðuroy er minkað nógv og tað er tekin um eitt samfelag í kreppu. Tí er tað umráðandi at royna at venda gongdini og tað kann gerast við at skapa arbeiðspláss, ikki minst arbeiðspláss til konufólk, sigur Andreas Petersen.