Ætla at byggja nýtt virki fyri 55-60 milliónir


Virkið skal taka arbeiða makrel, sild og annan uppsjóvarfisk. Ætlanin er at virkið skal taka ímóti minst 40.000 tonsum um árið og tað skal vera liðugt um eitt gott ár

 

Gongst sum ætlað, verður skjótt eitt stórt fiskavirki afturat bygt í Vági.

Tað er eitt føroyskt felag við føroyskum og enskum partaeigarum, sum nú ætlar at byggja eitt nýtt virki í Vági

Talan er um eitt virki til uppsjóvarfisk

Málið hevur verið nevnt á býráðsfundi í Vági, har í stigtakararnir hava biðið um økið til at seta virkið á.

Tað eru Johan Dahl í felagnum Faromar og samstarvsfelagir hansara í bretska felagnum ?Andrew Marr International Limited?, sum standa fyri ætlanini.

Tað skilst, at talan er um eitt virki, sum skal kunna virka 500 tons um samdøgurið. Ætlanin er at kunna skera fiskin til flak, og at heilfrysta og møguliga at virka fiskin enn meiri til aðrar framleiðslur.

Væntað verður, at virkið fer at taka ímóti 40.000-50.000 tons av uppsjóvarfiski um árið.

Alt er ikki endaliga fingið upp á pláss enn, men nú skuldi bara smálutir verið eftir.

Blívur virkið til veruleika, er tað ætlanin at byggja ein bygning uppá einar 5.000 fermetrar niðanfyri frystigoymsluna, sum nú er. Talan verður um at gera eina frystigoymslu upp á einar 1.800 fermetrar og síðani skal sjálvt uppsjóvarvirkið verða góðar 3.000 fermetrar.

Talan verður um eitt ógvuliga framkomið virkið, har nógv av framleiðsluni gongur av sær sjálvum. Men sjálvandi verður eisini brúk fyri fólki, hóast virkið verður nógv automatiserað.

Sum vit hava fingið upplýst, verður talan um arbeiðspláss til eini 35-40 fólk. Arbeitt verður í tveimum vaktum við 15-18 fólkum á hvørjari vakt.

Gongst sum ætlað, skal virkið verða klárt at taka ímóti fiski í januar mánaða í 2002.

Sostatt hevur hevur Faromarr og bretska felagið rættiliga sett fótin fastan í Vági.

Blívur uppsjóvarvirkið til veruleika, fer hetta felagið einsamalt at upp- og avskipað eini 60.000 ?70.000 tons av fiski um bryggjukantin í Vági um árið.

Og tilsamans koma eini 70, kanska 80, fólk at verða knýtt at fyritaksseminum har, við teimum, sum koma at arbeiða á virkinum, teimum, sum koma at arbeiða við landing og avskiping og teimum, sum verða knýtt at stóru frystigoymsluni, ið sama fyritøka longu hevur í Vági.


Krevur djúpari havn

Vágs Býráð er sinnað at lata stykki til tað nýggja virkið.

Men ein avgjørd fortreyt fyri, at tað kann blíva til nakað, er, at havnaviðurskiftini verða betri.

Talan er um rættiliga stór skip, sum skulu at bryggju í sambandi við virkið og tað er neyðugt at havnin er minst níggju metrar djúp.

Hesi krøvini lýkur Vágs Havn ikki í løtuni.

Men Jógvan Krosslá, býráðsformaður sigur, at býráðið arbeiðir av fullari kraft fyri at loysa hendan trupulleikan.