Ætla at byggja eitt "laksaeyga" sum vitjunardepil

- Ætlandi skal "laksaeyga" flóta í Hardanger á sumri um tvey ár, sigur leiðarin í Eide Fjordbruk, Sondre Eide.

 

 

Í Noregi ætla tey nú í holt við at byggja ein heilt serstakan vitjunardepil. Depilin verður bygdur í skapi sum eitt laksaeyga sum eisini kann minna um eitt laksarogn, og velduga stóra hylkið fer at síggja út, sum um tað er bygt úr laksaskræðu.

Ætlandi skal "laksaeyga" flóta í Hardanger á sumri um tvey ár.

Í deplinum verður stórur skíggi, har fólk fara at síggja laksar í túsundatali svimja, og í miðjuni á gólvinum verður rútur, har vitjandi kunnu síggja livandi alifisk í Kvinnheradfjørðinum.

- Vit hava fingið ógvuliga dugnalig fólk at fremja hesa byggiverkætlan fyri okkum, og vit ivast ikki í, at vitjunardepilin fer at vekja uppmerksemi millum fólk, sigur Sondre Eide, leiðari í Eide Fjordbruk í Noregi.

Laksaeyga skal byggjast í fleiri hæddum, og her verða rúm, har fólk á skíggjum og á ljósmyndum á veggjum kunnu fáa holla vitan um aling. Leiðarin í Eide Fjordbruk sigur, at um tað fer at eydnast at fáa verkætlanina framda, verður hetta ein stórur dreymur sum gongur út.

Hann vísir á, at endamálið við vitjunardeplinum er at breiða kunnleika út um laksin, matframleiðslu úr laksi og um tær avbjóðingar, sum eru knýttar at hesum virksemi. Tað skal verða ein uppliving at vitja "laksaeyga", leggur hann aftrat.

- Áðrenn verkætlanin kann fremjast í verki, skal Fiskivinnuumsitingin góðkenna hana, og kommunan hevur higartil verið positiv um ætlanina, sigur Sondre Eide, leiðari í Eide Fjordbruk við heimasíðuna www.sysla.no