Síðani Saddam Hussein varð tikin í einari holu har norðuri í Irak, hevur hann sitið í fongsli, men sambært verjunum er hann ikki tryggur har.
Ein teirra, Ziad al-Khasawneh, sigur við tíðindastovuna AP, at nakrir irakskir politikarar hava lagt eina ætlan um at myrða fyrrverandi forsetan, áðrenn hann kemur fyri rættin. Hann vil eisini vera við, at teir fáa stuðul úr grannalandinum Iran.
Eygleiðarar siga við AP, at tað hevði verið eitt álvarssamt bakkast fyri amerikanararnar, verður Saddam myrdur, tí tað er USA, sum hevur ábyrgdina av trygd hansara. Tað vita amerikanararnir eisini, og tí hava teir ongantíð viljað upplýst, hvar Saddam er.
Ziad al-Khasawneh sigur seg hava fingið upplýsingarnar um morðætlanina frá embætismonnum hjá iraksku stjórnini, men stjórnin í Bagdad avsannar tíðindini.
Saddam Hussein er ákærdur fyri fólkamorð ímóti kurdunum í Norðurirak, innrásina í Kuwait og fyri at hava kúgað kurdar og shiamuslimar tey 30 árini, hann sat við valdið í Bagdad.