Útvarpið bar í kvøld tey tíðindi, at tjóðveldisflokkurin, smb. eini veljarakanning sum lesandi á Fróðskaparsetrinum høvdu gjørt, hevði eina trivaliga framgongd, og nú er vorðin næstan líka stórur sum størsti flokkur á tingi, sambandsflokkurin.
Hóast tað er hugstoytt at tann bangna gráa fjøldin, veljarafjøldin hjá sambandsflokkinum, framvegis er tann størsta, er tað hugaligt at hoyra, at andstygdin fyri dønum og ríkisfelagsskapinum nú er so stór, at fólk veruliga eru farin at taka støðu ímóti ríkisfelagsskapinum. Tíðindini søgdu einki um, hvar tjóðveldið møguliga fær atkvøðurnar frá, so ilt er at siga nakað um tað, men eftir stendur, at framgongdin hjá tjóðveldisflokkinum veruliga stavar frá ónøgdini við ríkisfelagsskapin og frá nakrari argumentatión frá tjóðveldisflokkinum. Vit hava hoyrt fagrar hugleiðingar saman við vøkrum føðilands tónum,og vit hava hoyrt stuttar (naivar) proklamatiónir um, hvussu farast skal fram, tá fyrstu stigini skulu takast á sjálvbjargnisleið, men tað sum nú skal til er kjøt uppá breyðið.
Tað kann vera, at onkrir romantikarar, sum sita í »studerikømrum« í Havn, kringsettir av tungum innbundnum bókum, halda, at hugleiðingarnar, sangirnir og proklamatiónirnar eru nóg mikið. Men fyri at sannføra fólk kring landið um, at sjálvbjargnisleiðin er tann rætta, skal meira til. Sjálvandi eru vit nøkur, sum halda, at einki veruligt gerst, fyrr enn stigið er tikið og ríkisfelagsskapurin hevur fingið banahøgg, men fyri fólk flest, øll tey sum hava sítt stríð við at breyðføða sær og sínum, er tað óttin fyri, hvat fer at henda, um ríkisstuðulin verður avtikin, og danir ikki longur fara at »taka sær av okkum«, hann náði tú meg.
Tað sum krevst av leiðslu tjóðveldisfloksins eru tøl á borðið, saklig argumentatión, sum takast kann í og haldast kann um. Hvussu skal avtøkan av ríkisfelagsskapinum fara fram, hvussu langa tíð skal hon taka, og hvussu skal samfelagið koyra aftaná. Og tað kann ikki bera til, at flokkurin, sum ætlar sær at leiða Føroyar inn í sjálvbjargnið, ikki er førur fyri at greiða okkum frá hesum. Og um leiðsla tjóðveldisfloksins og fólkavaldu umboð floksins ikki við køldum tølum professionellum framtíðarmetingum megna at sannføra fólk um, at livast kann í Føroyum uttan núverandi sambandið við Danmark í núverandi líki, so hevur hendan framgongd tjóðveldisfloksins lítið uppá seg og fer ikki at halda sær til komandi val.
Norðoyri 12.9.
Dánjal J. Hansen