Tjóðveldi og Framsókn lagt fram misálit

Løgtingið fer klokkan 12:30 undir at viðgera misálitisuppskot á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.

Løgtingið fer klokkan 12:30 undir at viðgera misálitisuppskot á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.

 

Málið varð reist á tingfundi fyri løtu síðani, beint eftir at løgtingið hevði samtykt at átala løgmann og Kára P. Højgaard fyri brot á lógina um ábrygd landsstýrissins

 

Tað var Poul Michelsen, sum handaði formanninum uppskotið um misálit vegna Tjóðveldi og Framsókn. Greitt er longu nú, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn stuðla uppskotinum, og tað ljóðar fyri vist, at onkur í Fólkaflokkinum eisini fer at atkvøða fyri uppskotinum.

 

Um eitt misálitisuppskot skal samtykjast, so skulu í misnta lagi 17 tingfólk atkvøða fyri. Tí kann væl hugsast, at nøkur samgongufólk fara at atkvøða blankt.