Tjóðveldi: Mugu lurta eftir fiskifrøðini

- Vit mugu lurta eftir teimum tilráðingum, ið fiskifrøðin kemur við, sigur Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður í fiskivinnumálum fyri Tjóðveldi, nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum mælir til sama fiskidagatal næsta ár.

Jacob Vestergaard heldur fast í sama dagatal, hóast Havstovan mælir til at skerja fiskiskapin eftir toski og hýsu við 30 prosentum og fiskiskapin eftir upsa við 10 prosentum, sammett við dagatalið í ár.

 

- Tað tykist, sum um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum velur bara at lata standa til, hóast støðan hjá heimaflotanum er katastrofal, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Framsøgumaðurin hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum vil tó enn ikki siga, um hansara flokkur kemur við sínum egna uppskoti, tá fiskidagarnir fyri næsta fiskiár skulu ásetast.

 

Hoyr samrøðu við Páll á Reynatúgvu við at trýsta á pílin undir myndini