Tjóðveldi fer á tíðindafundi nú klokkan 09:00 at leggja fram nýggju stevnumið floksins.
Stevnumiðini eru tey ítøkiligu politisku boðini og ætlanirnar um, hvussu tjóðveldisstevnan skal setast í verk í dagsins samfelag.
Nakað av rumbuli tók seg upp undir og beint eftir viðgerðina av hesum stevnumiðum, serliga um spurningum um rættindi teirra samkyndu. Nú hava stevnumiðini verið til málsliga yvirháling og eru klár at almannakunngera, boðar Tjóðveldi frá í tíðindaskrivi.
Tíðindafundurin verður hildin í samband við, at sunnudagin 14. septembur vóru 68 ár síðani fólkaatkvøðuna um loysing í 1946 og verður hildin í hølum felagsins á Gamla Apoteki.
Meiri verður at lesa um stevnumiðini í blaðnum mikudagin.










