Tjóðhild takkar fyri seg á Sandi

Í dag hevur Tjóðhild Patursson sín seinasta arbeiðsdag á Mat & Moldnentanarháskúlanum á Sandi. 

Soleiðis boðar skúlin frá á Facebook síðu síni, har Tjóðhild takkar fyri seg.

 

– Tað er við sorgblíðni, men eisini júst sum tað skal vera, sigur hon, nú hon er í ferð við at pakka og skriva takkarorð til tey mongu, sum hava verið við til at bygt skúlan upp saman við henni.

 

Víðari skrivar Tjóðhild, at hon fer at gráta eitt lítið sindur um alt, sum hon nú sigur farvæl við, tí tað er so nógv, sum er so gott og trupult at sleppa. 

 

Hóast Tjóðhild Patursson gevst, so heldur skúlin áfram við sínum virksemi, men tó uttan hana, men hon leggur eina við, at hon ætlar sær at koma at vitja skúlan og kanska vera gestalærari.

 

Tjóðhild Patursson nýtir eisini høvið at takka fyri álitið, sum henni varð givið, og tann møguleika hon fekk at byggja upp skúlan  um mat og um mold.

 

– Hetta hevur verið fantastiska spennandi, og takk fyri tað, og takk til øll tykkum, sum hava verið á skúlanum sum næmingar, lærarar og sum starvsfólk.

 

Eisini fær bygdafólki á Sandi og onnur við eina takkarheilsan frá Tjóðhild.

 

##med2##

 

Áðrenn Tjóðhild Patursson tók við sum háskúlastjóri á Sandi 1. juli 2019, røkti hon starvið sum leiðari á Kunningarstovuni í Nólsoy, har hon eisini býr. Tjóðhild vónar, at tey sum taka yvir eftir hana fara at halda fram við at byggja skúlan upp.

 

Eisini fegnast Tjóðhild um ta rúgvu at vitan og royndum og upplivingum, sum hon hevur fingið sum háskúlastjóri, og hesar royndir tekur hon nú við sær víðari í lívinum. 

 

At enda skrivar Tjóðhild Patursson, at hon veit ikki, hvat hon fer at gera, men at hon er ferðaklár, og at hon ætlar sær oman á sandin í Nólsoy at svimja og at tosa við æðurnar.

 

Tjóðhild Patursson gevst sum stjóri á Mold og Matmentanarháskúlanum á Sandi