Tjóðhild Patursson vitjar á Rás2

Mítt Arbeiðslív: Í dag klokkan 11 er sendingin Mítt Arbeiðslív aftur á skránni á Rás2, og er tað Tjóðhild Patursson, sum er gestur hesaferð.

Mítt Arbeiðslív: Í dag klokkan 11 er sendingin Mítt Arbeiðslív aftur á skránni á Rás2, og er tað Tjóðhild Patursson, sum er gestur hesaferð. 

 

Hóast sín unga aldur hevur Tjóðhild Patursson verið ógvuliga virkin innan bæði sjónleik, mentanarpallin annars og nú innan ferðavinnuna. 

 

Hon rekur Kunningarstovuna í Nólsoy í dag, og í sendingini verður møguligt at hoyra um lívið í Nólsoy, um ferðavinnuna í dag og um spennandi størvini, sum unga kvinnan hevur havt. 

 

Lurta við á Rás2 eftir tíðindini klokkan 11.