Tjentu 3000 krónur eyka við livratøku

Tá partrolararnir, Bakur og Stelkur, í vikuni vóru inni við upsa, høvdu skipini eisini stívliga 8 tons av livur, sum gevur hvørjum manni eitt eyka hýruískoyti á slakar 3000 krónur

Livravirkið Biotech á Eiði keypti í fjør 307 tons av livur til sína framleiðslu av rálýsi, ið verður seld av landinum, har lýsið verður reinsað og síðan selt sum tilskot til menniskju.
Tað eru serliga manningar á partrolarum, sum hava tikið livur, ið er seld Biotech, sum hevur latið 6 krónur fyri kilo.

Tað loysir seg
Í vikuni vóru partrolararnir, Bakur og Stelkur, inni við upsa, og aftrat ráfiskinum hevði manningin hendan túrin tikið stívliga 8 tons av livur.
Erlendur Johannessen, stjóri á Biotech, sigur, at virkið keypti livrina hjá Baki og Stelki fyri umeið 48.000 krónur, sum aftur gevur hvørjum av manningini eitt fittligt hýruískoyti.
- Eg vil meta, at hvør maður við livatøkuni hendan túrin hevur tjent út við 3.000 krónur eyka.
Sum skilst, var meginparturin av veiðini hjá Baki og Stelki stórur upsi, og stjórin á Biotech sigur seg hava skilt, at manningin hendan túrin kruvdi hvønn stert við hond - fyri at fáa livrina til høldar.
Livranøgdin, sum Bakur og Stelkur landaðu, er helst hin størsta, sum nakað skip hevur landað til virkið á Eiði.

Rávøra neyðug
Øll framleiðsla krevur rávøru, og soleiðis er eisini við livavirkinum á Eiði.
- Vit kunnu ikki liva við 300 tonsum um árið. Tað er ov lítið rávørugrundarlag at byggja á. Okkara virki hevur stóra framleiðsluorku, og høvdu vit í minsta lagi fingið fatur á 1000 tonsum í ár, hevði tað verið á einari leið.
Erlendur Johannessen sigur, at Biotech á Eiði saktans kann keypa og virka 2000 tons av livur um árið.
- Um okkara virksemi ikki var, høvdu skip og manningar ikki havt henda møguleika, sum er í dag.

Eyka fiskidagar
Stjórin vísir á, at umframt at livratøka gevur eitt eyka ískoyti til manningarhýruna, fær reiðaríið eisini eyka fiskidagar fyri livratøku.
- Tey fyrstu 10 tonsini geva einum partrolara fýra eyka fiskidagar. Síðan fær reiðaríið ein eyka fiskidag fyri hvørji fýra tons av livur. Tá flestu skip vanta fiskidagar, eigur hetta sjálvandi eisini at vera eitt gott ”trekkplástur”, umframt at livratøka gevur manningini eitt eyka hýruískoyti, sigur Erlendur Johannessen, stjóri á Biotech, sum fegnast um, at fleiri og fleiri partrolarar eru farnir at taka livur.