Tjena 12,6 milliónir upp á tollfríar vørur

Tað er ein góð forrætning at selja tollfríar vørur á flogvøllinum í Vágum. P/F Duty Free, sum Vága Floghavn og Atlantsflog eiga í felag, rekur tollfría handilin, sum fjør hevði eitt yvirskot upp á 12,6 milliónir krónur. Úrslitið fyri 2016 var eitt avlop upp á 10,2 mió kr. eftir skatt.

 

Tað vísir roknskapurin, sum varð góðkendur á aðalfundi 20. februar. Bruttosølan var slakar 22 milliónir krónur. Lønir til tey 12 starvsfólkini vóru slakar 5 milliónir krónur.

 

Felagið skrivar í ársfrásøgnini, at síðan handilin lat upp, hevur sølan og úrvalið av vørum verið vaksandi. Tað verður leypandi arbeitt við vøruúrvalinum fyri at tryggja, at handilin hevur røttu vørurnar.

 

– Dentur verður lagdur á, at søluvørurnar í handlinum eru eitt vet lægri enn hjá kappingarneytunum, sum eru teir útlendsku flogvallirnir, serliga flogvøllurin í Kastrup, skrivar felagið.

 

Felagið sigur víðari, at kundarnir hava tikið væl ímóti nýggju heimasíðuni og møguleikanum at bíleggja og gjalda fyri vøruna áðrenn fráferð ella komu.

 

– Við hesum nýggja møguleikanum stendur vøran klár at útflyggja við ein serligan kassa. Heimasíðan eitur www.dutyfree.fo. Møguleikin fyri at bíleggja online heilt upp til komu ella fráferð er bøttur, soleiðis at kundin kann bíleggja á heimasíðuni í síðsta lagi 3 tímar áðrenn fráferð ella komu, skrivar felagið.

 

Felagið skrivar, at tað hevur týdning framhaldandi at menna søluna og vøruúrvalið, og tryggja at handilin framhaldandi er kappingarførur. Onkrar smærri umbyggingar verða framdar tíðliga í 2018, ið fara at bøta um tænastustøðið í sambandi við útflýggjan av vørum, ið eru bílagdar frammanundan á heimasiðu felagsins.

 

Felagið væntar eitt vet hægri avlop næsta ár.

 

Aðalfundurin samtykti at gjalda 12 milliónir krónur í vinningsbýti. Tvey partabrøv eru í felagnum, hvør upp á eina millión krónur, sum ávikavist Vága Floghavn og Atlantsflog eiga. Tey bæði feløgini fáa sostatt 6 milliónir krónur í part í vinningsbýti. Tað er eitt sindur meira enn seinasta roknskaparár, tá vinningsbýtið var 10 milliónir.

 

Stjóri í P/F Duty Free er Marius Davidsen. Í nevndini sita Kitty May Ellefsen, sum er forkvinna, Niels Mortesen og Marius Davidsen.