Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at ætlanir eru um at broyta skipanina við útjavningarstuðlinum til útoyggjar.
Tað segði hann við in.fo í samband við fyrispurningin, sum Jónleif Johannesen setti landsstýrismanninum um skipanina.
Les eisini: Útoyggjastuðulin um at verða uppbrúktur
Tingmaðurin helt, at tað var ov lítið av peningi sett av og at tað vórðu ov nógv, ið ikki vórðu fastbúgvandi á útoyggj, ið nýttu skipanina.
Henrik Old er samdur við Jónleif Johannesen í, at tað eru ov nógv, ið ikki eiga at nýta skipanina, ið njóta gott av henni.
- Skipanin var upprunaliga ætlað til útoyggjar um heystið í samband við slaktið. Nú er tað farið at umfata so nógv annað, at ein millión strekkir ikki til longur. Nú er so nógvur aktivitetur við millum øðrum bygging, at tað er skjótt uppi, sigur Henrik Old.
Henrik Old sigur, at tað mugu nakrar broytingar gerast nú. Hann sigur, at annahvørt mugu fólk á útoyggj møguliga rinda meira sjálvi, ella má peningaupphæddin hækka.
- Eitt annað, ið vit skulu at hyggja uppá er, hvør tað er, sum brúkar skipanina. Møguliga skulu vit í samstarv við kommununur um at gera eitt borgarakort, soleiðis at tey, sum búgva fast á útoyggj, kunnu brúka skipanina og eingin meir, sigur Henrik Old.