Tíðindaskriv
Plátufelagið TUTL gevur í hesum døgum út nýggja fløgu. Fløgan kallast »TJANT«, og manningin á fløguni er: Heðin Ziska Davidsen ? gittar, Anders Hagberg ? floyta og saksofon, Mikael Blak ? kontrabass og Brandur Jacobsen ? trummur. Løgini eru øll skrivað av Heðin Ziska Davidsen og tónleikurin er improvisatiónstónleikur við íblástri av jazzi, rokki og etniskum tónleiki. Manningin kann sigast at vera avleggari av bólkinum Yggdrasil, ið seinni á árinum fer á konsertferð í Evropa og USA.
Í samband við útgávuna verður konsert í Losjuni í Gøtu, fríggjakvøldi 16. mai kl. 21.00. Har verður tónleikur av fløguni framførdur, umframt at Headache Blues Treo spælur. Tað er tónleikasamtakið Grót, ið skipar fyri konsertini.