Tjaldursútgávan – ein nýggj whisky frá Einari

– Í dag lata vit aftur eina whisky úr hondum. Hesaferð er talan um eina samanseting av átta ymiskum tunnum, skrivar Einar's  Distillery í tíðindaskrivi.

 

– Seks 90 litra Oloroso sherrytunnur, ein 190 litra Bourbon barrel, og ein 50 litra Oloroso sherrytunna. Úrslitið er ein frálík fløska við 52% styrki, skriva tey. 

 

Hugskotið til hesa fyrstu útgávuna í nýggjari røð er sprottið úr árstíðini, ið gerst alt ljósari. Tjaldrið og litirnir á vakra tjóðfulgi okkara, ið er komin heim á klettarnar aftur. Hvíti liturin frá bourbon tunnuni, reyði liturin frá sherry fatinum, og so hendan eina tunnan, ið var sera myrk á liti, næstan svørt. 1.600 fløskur komu burturúr hesi tappingini. Edward Fuglø, listamaður, hevur myndprýtt komandi útgávuna.

 

Smaksnoturnar í tí whisky, ið nú kemur, eru:

 

Color: Auburn

 

Nose: Lemon custard, forest fruits, chamomile, eucalyptus and red liquorice 

 

Taste: Chocolate milk, honey, key lime pie, tropical fruits and vanilla 

 

Finish: Walnuts, tannins, malt and dark chocolate

 

Einar´s Whisky – Tjaldursútgávan fæst til keyps í Rúsdrekkasølunum kring landið, í Duty Free á Flogvøllinum og handlinum á Norrönu.