Tjaldur vorpið uttanfyri Clinton-svituna

Eftir at Bill Clinton og Al Gore hava hildið til í fínu svituni á Hotel Føroyum, hevur eitt tjaldur nú vorpið uttanfyri vindeygað. Vevkamera fylgir nú gongdini Tá ið Bill Clinton og Al Gore vitjaðu í Føroyum, hildu teir til í svituni á Hotel Føroyum, sum nú verður kallað Clinton-svitan.

Nú hevur eitt tjaldur lagt leiðina framvið, og beint uttanfyri vindeygað hevur tað vorpið eitt egg.

Eitt vevkamera er nú sett upp, so tað ber til at fylgja tjaldrinum reiðast uttanfyri Clinton-svituna.

Tað ber til at síggja myndirnar frá vevkameranum við at trýsta á linkið til vinstru á Portalinum.