Tað hevur gingið javnt á í Ítróttarøllini í Runavík, har Tjaldur og Stjørnan spæla toppdyst.
Fyri steðgin var tað Tjaldur, sum setti dagsskránna, men eftir steðgin beit Stjørnan av álvara frá sær.
Einar tríggjar ferðir vóru tær eisini á odda, men ongan tíð við meira enn einum máli.
Um miðjan seinna hálvleik fekk Tjaldur tó aftur ferð á. Við fýra málum á rað løgdu tær seg trygt á odda, og tí leiðsluna megnaði Stjørnan ongan tíð at vinna aftur.
Adina Petrea skeyt 12 av málunum hjá Tjaldri, meðan Cornelia Rimbu skeyt 6. Simona Petersen skeyt 8 av málunum hjá Stjørnuni.
Tjaldur-Stjørnan 30-25 (50 min) (13-13)
10 min 4-3
20 min 8-6
40 min 19-19
50 min 25-22