Tjaldur vísti tenn

So leingi orkan var til tess, vístu menninir hjá Tjaldrinum, at teir væl kunnu gera eitt sindur um seg

Hondbóltur

Neistin-Tjaldur 25-15 (10-7)


Tjaldur hevur nú styrkt seg við tveimum útlendskum leikarum, og tí var tað við spenningi, at farið varð í høllina á Hálsi leygardagin.

At nýggju leikararnir eisini styrkja liðið, var sjónligt fyrsta hálva tíman, og serliga tykist málverjin at vera ein leikari, sum kann geva liðnum nógv.

Fram móti endanum av fyrra, og so at siga allan seinna hálvleik, var tó sjónligt, at orkan ikki var nóg góð hjá gestunum, og Neistin kundi tá draga andan heldur lættari, tá tað hóast alt eydnaðist at vinna ein hampuliga tryggan sigur

Besti málskjútti hjá Neistanum var Ragnar Joensen, sum skeyt 6 mál, meðan Jens Martin Knudsen somuleiðis gjørdi 6 mál fyri Tjaldur