Tjaldur tordi at taka av

Fyri fyrstu ferð í føroyskari hondbóltssøgu er meistaraheitið í kvinnuhondbólti endað í Runavík. Tjaldur bæði tordi og vildi taka av, tá tær høvdu møguleikan, meðan bangna heimaliðið legði rygg til sítt størsta heimatap í 10 ár

Hondbóltur

 

Støðan var sum so ikki heilt óvon hjá Stjørnuni. Bæði í fjør og í fyrraárið hevði Stjørnan verið finaluklár í fleiri vikur, áðrenn finalurnar stóðu á skránni. Tí møttu tær í báðum førum væl trimmaðari mótstøðu, og í báðum førum endaði fyrra finalan við tapi til Stjørnuna.

Bæði í fjør og fyrraárið vístu tær hjá Stjørnuni tó, at tær kundu traðka í karakter, tá mest stóð á. At tær enn vóru liðið, sum á degnum var tað besta í landinum.

 

Bangnar

Men triðju ferð gekk altso galið. Tapið í fyrra finaludystinum var tepurt, men tað gjørdi aftur, at Stjørnan stóð við rygginum móti múrinum. Einasti munurin hesa ferð var, at tær als ikki vóru førar fyri at tackla trýstið, sum hetta legði á tær.

Fyrsta korterið av dystinum í Klaksvík gekk annars javnt á. Og um nakað, so hevði Sjtørnan kanska eina lítla yvirvág. Ein yvirvág, sum kanska kundi verið størri, um ikki støðugt mansvarda Adina Petrea langaði alt, sum líktist einum tríggjametra-kasti út um málverjan men innanfyri stólparnar.

Á korterinum togaði Tjaldur seg upp á 8-7, og júst tann løtan var tann sálarliga avgerandi í dystinum. Hóast dysturin framvegis var fullkomuliga opin, so skræddi hetta alt, sum líktist sjálvsáliti úr spælarunum hjá Stjørnuni. Teknisku villurnar øktust í tali, og heldur enn at stríðast í felag og vinna seg aftur á »back to basics«, byrjaðu spælararnir í sjálvdrátti at stríðst móti einum Tjaldursliði, har útlendsku profilarnir avgjørt hava sítt at siga. Men har allar á liðnum samstundis vistu og vístu, at hondbóltur er eitt liðspæl.

Kanska hevði Stjørnan ein lítlan møguleika at toga seg aftur í dystin, um tær gjørdu eitt gott hál, tá seinni hálvleikur byrjaði. Leikliga var hendan løtan eisini góð hjá vertunum, men tá Guðrun í Lágabø samstundis togaði sína bestu løtu í dystinum fram, var einki at gera. Stjørnan gav upp alla vón um at endurvinna meistaraheitið.

 

Tordu og vildu

Men tá tað er sagt, so skal leggjast afturat, at Tjaldur so ruddiliga hevur víst tær dygdirnar, sum krevjast fyri at vinna eitt meistaraheit.

Gjøgnum kappingina hava tær prógvað, at tær vóru førar fyri at vinna dystirnar, tá mest stóð á. Eisini hóast heimatapið móti Neistanum var eitt sindur hálv-kritiskt.

Stóra kynstrið í ítrótti er at prógva tínar dygdir, júst tá tær skulu prógvast, og meira enn nakað, so var tað hetta, sum Tjaldurskvinnurnar prógvaðu í KÍ-høllini.

Tað var tað, sum Guðrun í Lágabø gjørdi, tá liðfelagarnir skinklaðu eitt sindur ta einu løtuna í seinna hálvleiki. Tað var tað, sum Adina Petrea gjørdi, tá hon áhaldandi høgdi tríggjametra-uppstillingarnar í kassan. Tað var eisini tað, sum Annika Thomsen gjørdi í Runavík, tá Alina og Adina vórðu mansvardar í fyrru finaluni. Og tað var eisini tað, sum Elinbjørg Hammer og Marinela Patru gjørdu, tá tær fingu møguleikan at kontra seinastu luftina úr Stjørnuni leygardagin.

Snøgt sagt, so tordi Tjaldur betur at spæla finalurnar. Tær stríddust meira og tær lyftu í felag.

 

Útlendingarnir

Sum føroyskur kvinnuhondbóltur hevur ment seg, so er eingin ivi um, at útlendsku spælararnir hava havt sína risastóru ávirkan á, hvar FM-gullið er endað tey nógvu seinastu árini.

2009 verður einki undantak í so máta, tí tað er eingin ivi um, at uttan útlendska styrkin lá Tjaldur ikki, har tær nú hava reitt sær ból.

Stóri profilurin í ár hevur verið Adina Petrea. Ikki bara takkað verið sínum dygdum, men ikki minst takkað verið hennara drúgvu royndum eisini. Stóran part av árinum hevur tað verið ein vansi, at fysikkurin hevur verið nakað slitin móti dystarenda, men seinastu tveir mánaðirnar hevur hon eisini togað seg upp á tí økinum. Móti Stjørnuni royndist hon enntá eins væl sum Alina í verjupartinum, og tað sigur nú ikki heilt einki. Og fleiri ferðina vóru tað reinir flogbóltsblokkar frá teimum báðum, tá skotroyndirnar frá annars sterku bakketuni hjá Stjørnuni vóru bankaðar út aftur á gólvið.

Og við Marinelu Patru fekk Tjaldur seinasta pettið til puslispælið. Tað merkti, at Adela Burcea í fleiri førum varð sperrað av útlendingakvotuni, men við stórspælinum, sum Guðrun í Lágabø hevur sýnt í málinum, hevur hetta als ikki verið nakar trupulleiki.