Hjá hondbóltsfelagnum Tjaldur hevur gingið rættiliga illa seinastu árini. Felagið hevur í vetur havt eitt vána kappingarár hjá bæði kvinnum og monnum, og nú hevur leiðslan tikið vánaligu úrslitini til eftirtektar.
? Vit hava satsað fullkomiliga skeivt seinastu árini, har alt ov nógv orka er nýtt til útlendingarnar, men hetta fer at broytast til komandi ár, sigur Rúni Joensen, nevndarlimur í Tjaldur.
Tað er longu greitt, at eingir útlendingar vera á liðunum hjá felagnum á eystara armi í Eysturoynni. ? Vit fara at byrja á botninum aftur, og seta allir kreftirnar inn til ungdómsarbeiðið í felagnum, greiðir Runi Joensen frá.
Seta ungdómsvenjara
Sum liður í at menna ungdómsarbeiðið í felagnum, ætla runavíkingar at seta ein ungdómsvenjara í starv. Tjaldur hevur samband við nakrar skandinavar í løtuni, men framvegis er onki ítøkiligt komið burturúr.
-Fyri at kunna seta leikarar við á 1.liðnum hjá bæði kvinnum og monnum er neyðugt við einum mennandi ungdómsarbeiði, og frá komandi vetur verða tað serliga deildirnar frá unglingum og niðureftir, ið verða raðfesta hægst her í felagnum, sigur Rúni Joensen
Óvist við mansliðnum
Tað er greitt, at kvinnurnar hjá Tjaldri leika í 2.deild komandi ár, men enn óvist hvussu verður við monnunum. Formaðurin ásannar eisini at tað verður sera torført at hava eitt lið í fremstu deildini, nú eingir útlendingar verða at finna í felagnum, men hann vil ikki koma við nakrar greiðari ábending um, hvussu verður við 1.mansliðið hjá felagnum.
-Aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum verður 10.mei, og tá fara vit at tosa við hondbóltssambandið um støðuna, og tá verður greiða fingin í málinum, fortelur Runi Joensen.
Ein av trupulleikunum hjá felagnum hevur verið, at tað hava verið útlendingarnir og eldri leikarar, ið hava borið 1.manslið, meðan fáar ungar kreftir hava verið settar til.
Nýggj nevnd
Eins og Hondbóltssambandið, so fer Tjaldur eisini at hava aðalfund í mei mánað. Tað er longu greitt, at bæði formaðurin og næstformaðurin fara at takka fyri seg, og lata aðrar kreftir sleppa frammat.
? Vit hava verið í nevndini seinastu trý árini, og tað hevur verið ein strævin tíð, og nú felagið byrjar av nýggjum, meta vit tað vera skilagott at lata onnur folk sleppa framat, sigur Rúni Joensen at enda