Hondbóltur
Í leygardagsútgávu okkara segði Ragnar Olsen, formaður í Tjaldri, at støðan í felagnum var somikið álvarslig, at menn umhugsaðu at taka besta mansliðið úr kappingini, um ikki annað skil kom á uppmøtingina til venjing og hugburðin til dystirnar annars.
Eftir øllum at døma hevur hetta hjálpt nakað. Í øllum førum hevur reglulig venjing verið í Runavíkini seinastu vikuna, og sunnudagin skuldi hetta so standa sína roynd, tá Tjaldur vitjaði Neistan.
Lupu hvøkk á
Og eftir øllum at døma hava venjingarnar hjálpt. Kanska var tað ikki nóg mikið til stig hesaferð, men Tjaldur var alla tíðina heilt væl við í dystinum. Eftir eina javna byrjan tóku gestirnir spakuliga yvir, og tá farið varð til hálvleiks, vóru teir á odda við fýra málum.
Gongdin helt sær nakað væl inn í seinna hálvleik. Neistin stríddist manniliga fyri at koma inn aftur í dystin, men tað var sum um einki vildi bera til hjá teimum, og tá Tjaldur so eisini hevur ein av landsins bestu málverjum í Dejan Lacok var leingi líkt til, at tað skuldi eydnast gulu monnunum at vinna ein sera óvæntaðan sigur.
Tá alt kom til alt, so vórðu tað tó heimamenninir, sum fóru avstað við sigrinum. Betra venjingarstøðan merkti, at teir seinastu løtuna kundu renna Tjaldur um koll, og tá teir fyrst høvdu lagt seg framum, vóru ongar kreftir eftir hjá gestunum at toga seg upp.
Sostatt eydnaðist Neistanum at halda fast í oddasessinum á stigatalvuni, har teir eru ájvanir StÍF í eini higartil sera spennandi kapping, har fimm tey fremstu liðini hava tapt ein dyst hvør.
Tjaldur er hinvegin framvegis stigaleyst í botninum, men dysturin sunnudagin gav tó vónir um, at betri tíðir eru ávegis. Megna leikararnir at fáa venjingarstøðuna upp har, sum hon eigur at vera, er í øllum førum ikki óhugsandi, at runavíkingarnir eins og í fjør av og á fara at spæla ovaru støddu liðunum eitt puss.
Dysturin í tølum
Neistin-Tjaldur 29-27 (10-14)
Málskjúttar:
Neistin: Morgan Knezevic 8(1), Ragnar Stakksund 5, Helgi Justinussen 5, Áki Mørk 4, Kári Mortensen 2, Jón Ludvig 2, Birgir Kass 1, Dann Thorleifsson 1, Helgi Michelsen 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic 9(1), Arnfinn Langgaard 6, Zoran Sarcevic 5, Áki L. Hansen 3, Ragnar S. Olsen 2, Tórhallur Thomsen 2(1)
Brotskøst: Neistin 3, Tjaldur 4
Útvísingar: Neistin 2, Tjaldur 4
Dómarar úr H71: Hallur Danielsen & Jákup S. Simonsen










