Tjaldur tók av

Spælararnir og venjararnir hjá Tjaldur vistu undan dystinum, at annað hvørt Stjørnan ella Neistin mistu stig í gjár. Tí ráddi um hjá teimum at fáa fult í Vestmanna. Tað eydnaðist

Tjaldur vann uttan stórvegis hóvasták í Vestmanna í gjár. Hóast kvinnurnar úr Runavík, sum vunnu steypakappingina síðsta vikuskiftið, ikki spældu við fullari megi, so kláraði VÍF ongantíð at hótta leiðsluna hjá gestunum. Verandi steypavinnararnir vunnu sær eina greiðslu leiðsluna beinanvegin, og heimaliðið hevði einki at svara aftur við. Tjaldur noyddist ongantíð at kíta seg. Hóast kvinnurnar úr Runavík framdu fleiri óneyðug mistøk og misnýttu fleiri upplagdar málmøguleikar, var sigurin ongantíð vanda.
Eins og í steypafinaluni síðsta vikuskiftið, gingu Adina Petrea og Simona Petersen undan hjá Tjaldri. Tær skutu eisini flest mál fyri Tjaldur.

Liljan var uttanfyri
Liljan Djurhuus er eitt av stjørnuskotunum í føroyskum kvinnuhondbólti. Hon fekk sítt gjøgnumbrot í fjør, tá hon átti virknan leiklut í álopsspælinum og verjuspælinum hjá VÍF. Hon hevur somuleiðis staðið seg væl í hesum kappingarárinum. Tað merkist eisini væl, at hon manglaði í álopsspælinum í gjár. Tað var saknur í hennara ágrýtni, hugflogi og skotstyrki. Hon er komin illa til skaða í hondini og spælir væntandi ikki næstu tvær vikurnar.

Tóku av
Oddabrak var í Klaksvík í gjár. Tað var tískil frammanundan greitt, at anna av liðunum, sum kappast um at sleppa í finalurnar um føroyameistaraheitið, snávaði í gjár. Neistin tapti fyri Stjørnuni. Tjaldur tók av møguleikanum og økti um munin niður til blálittu havnarkvinnurnar. Fýra stig skilja liðini í løtuni, men Tjaldur hevur spælt ein dyst meira.