Hondbóltur
Eftir at kvinnuliðið úr Runavík hevur steðgað eitt ár í næstbestu deildini, verða tær komandi ár aftur at síggja í bestu hondbóltsrøðini.
Og tað er so ikki líkt til, at tær ætla at talan skal verða um nakran stuttan steðg hesaferð. Á liðnum tey bæði seinasta árið hevur liðið havt jugoslavisku Militsa Ergic, og hon verður í øllum førum við á liðnum komandi vetur. Tað verður leikandi venjarin í fjør, Vesna Tomajek, hinvegin ikki, og tí hevur Tjaldur gjørt av at styrkja um hópin. Sum skilst, er ein nýggjur jugoslaviskur leikari á veg til liðið, men enn er tó ikki greitt, hvussu navnið á hesari er.
Fáar broytingar
Hjá monnunum verður talan væntandi um á leið sama lið, sum í fjør stóð seg hampuliga væl, tó at endastøðan ikki gjørdist heilt so góð, sum tað eitt skifti var líkt til.
Útlendsku leikararnir á liðnum halda væntandi fram, men tó við teirri broyting, at Zoran Sarcevic bert verður venjari hetta árið, og ikki leikandi venjari, sum hann var í fjør. Enn er ikki gjørt av, hvørt runavíkingar fara at fáa enn ein útlending á liðið, so útlendingakvotan verður nýtt til fulnar, men sum skilst, so er hetta ikki heilt ósannlíkt.