Tjaldur-StÍF í dag

Seinasti dysturin í fyrsta umfarinum av Sunset-kappingini í hondbólti verður í Runavík klokkan 19 í kvøld. Tá taka meistararnir úr Tjaldri móti StÍF, sum í ár veruliga tykist ætla sær móti tindunum. StÍF hevur seinastu árini miðvíst satsað upp á egnar spælarar, men í ár er liðið styrkt við tveimum rumenskum spælarum, og so er spurningurin, hvussu langt tað fer at røkka. Ein partur av svarinum fæst í øllum førum, nú tær í fyrsta dystinum skulu spæla á útivølli móti meistarunum.