Tjaldur-VB 32-30 (15-15)
Enn er einki avgjørt í oddinum í Sunset-deildini.
Tjaldur helt nevnliga fast um sín finalumøguleika, tá tær í dag vunnu á VB.
Fyrstu longu løtuna var tað annars VB, sum stýrdi tí mesta. Gestirnir komu væl frá byrjan, og hóast Tjaldur togaði seg upp á javnt, so tóktist VB hava tamarhald á, tá tær aftur øktu eftir stegðin.
Tjaldur vildi tó ikki geva seg. Og hóast VB mansvardi Alinu Olaru og Adinnu Petrea seinasta korterið av dystinu, so eydnaðist tað heimaliðnum at toga seg upp á javnt og framum, soleiðis at munurin upp til VB nú bert er tvey stig. Og tá hevur Tjaldur spælt ein dyst minni.
Besti málskjúttin hjá Tjaldri í dag var Adina Petrea, sum skeyt 13 mál. Svava Vestergaard skeyt 7 av málunum hjá VB.