Tjaldur hevur enn møguleikan

Við sigrinum á H71 varveitti Tjaldur møguleikan fyri at sleppa av botnsessinum. Hoyvíkingar mugu hinvegin bara bíða og vóna, at tað ikki eydnast runavíkingunum at fáa fleiri stig

 

H71-Tjaldur 26-27 (11-12)


Hondbóltur


Tað vóru tey bæði niðastu liðni í landskappingini hjá monnum, sum hittust í Ítróttahøllini á Hálsi í Havn mikukvøldið.

Hetta speglaðist eisini aftur í áhuganum, sum sýndur var fyri dystinum. Á dómaraseðlinum vóru 50 áskoðarar skrásettir fyri at hava møtt upp, men talið av gjaldandi áskoðarunum hevur helst ligið nakað væl niðanfyri hetta.


Alla tíðina javnt

Um hugt verður eftir sjálvum spælinum, so er tað kanska heldur ikki undur í, at tað júst eru hesi bæði liðini, sum liggja niðast. So at siga alla tíðina var talan um sera rótut spæl. Hvørgin av pørtunum megnaði nakran tíð at fáa rættiliga ferð á spælið, soleiðis at verjurnar kundu spælast tunnar, men hinvegin var verjuspælið heldur ikki á høgum støði, og tí komu hóast alt rættiliga fitt av málum í dystinum.

Sum úrslitið í sær sjálvum sigur, so var býti av málunum eisini rættiliga javnt, og hetta var eisini høvuðsreglan í dystinum, tí tað kom ongan tíð fyri, at meira enn tvey mál skiltu partarnar.

Tað var eisini hetta, sum meira ella minni helt lív í dystinum, tí lítli munurin syrgdu um ikki annað fyri, at spenningur alla tíðina var um, hvønn veg dysturin skuldi fara. At byrja við skiftust liðini bæði um at hava leiðsluna, men tað lá tó líka sum í kortinum, at tað skuldu verða gestirnir, sum fóru av stað við sigrinum.

Ikki tí at hoyvíkingar ikki høvdu væl fatur á alla tíðina, men heldur tí teir at kalla ongan tíð megnaðu at gera sær dælt, tá teir fngu møguleika at skræða seg leysar. Ikki minst kom hetta til sjóndar í brotskøstunum, har hoyíkingar misnýttu ikki færri enn seks av teimum níggju, sum teir fingu tillutað í dystinum.

At Jodic Zelko megnaði at taka somikið stóran part av brotskøstunum, sigur sjálvsagt nakað um hansara styrki í mann móti mann støðum. Har telist hann helst millum teir allarbestu í landinum, og hetta gav hann eisini fleiri onnur dømi um. Hinvegin kundi hetta eisini bent á eitt slag av mentalum bremsuklossa hjá hoyvíkingum, tí tað er neyvan av tilvild, at teir í hondbóltshagtølunum eru tað liðið, sum hevur misnýtt lutfalsliga flestu brotskøstini.


Rok í endanum

Javnstøðan í málunum helt sær sum sagt allan dystin á tamb, og hetta viðførdi eisini, at tað fram móti endanum íkomu nakrar sera spentar støður.

Tjaldur sá út til at hava skapt sær ein avgerandi fyrimun, tá teir tríggjar minuttir fyri leiklok løgdu seg fram um við tveimum málum, men tá H71 beinan vegin minkaði niður aftur í eitt, øktist spenningurin aftur. Tjadur megnaði ongan tíð at skora aftur, men tá hoyvíkingar hóast fleiri møguleikar heldur ikki megnaðu at skora, so rukku tey 27 málini hjá Tjaldrinum kortini til sigurs.

Hoyvíkingar vóru tó alt annað enn nøgdir um hetta, tí hildu seg hava rætt til í øllum førum eitt mál afturat. Fyrst misnýtti Halgir enn eitt av mongu brotskøstunum hjá hoyvíkingum, og nakað seinni varð álopsfeilir dømdur móti toppskjúttanum, tá hann í kapprenning við ein runavíking mundi komið leysur í einum mótálopi.

Rokmiklasta hendingin kom tó, tá bert fá sekund vóru eftir at spæla. Fyrst hevði H71 tríggja metra kast. Uppstilling var gjørd, har Halgir ætlandi skuldi royna seg, men tá hann leyp upp, varð hann skræddur ógvusliga niður av Dejan Macut. Hjá dómaranum var einki annað at gera at reka jugoslavan av vølli, tí talan var um ein av sonevndu professionellu feilunum. Dejan var sjálvandi greiður um, at Tjaldur skuldi vinna, um teir skuldu varveita møguleikan at sleppa úr botninum, og hóast hetta ikki á nakran hátt er tekin um góðan ítróttaanda, so var hetta nóg mikið til at steðga mótstøðumanninum.

Hóast dómararnir beinan vegin valdu harðast møguligu revsingina - burturvísing - so hildu hoyvíkingar helst ikki, at hetta var nóg mikið. Í øllum førum royndu fleiri teirra at leggja eftir jugoslavanum, og úrslitið av hesum vóru tvær diskvalifikatiónir til hoyvíkingarnar.

Umframt illu spælararnar, var illsinnið í hoyvíkisleguni somikið stórt, at sjálvt tíðtakarin í fullari ferð leyp av pallinum og yvir móti leikarunum, og hóast hann ikki slapp fram at jugoslavanum, so var púra greitt, hvat endamál hansara við hesum var.


Vónbrot hjá báðum

Sum tað framgongur av stigatalvuni her á síðuni, so var her talan um seinasta dystin hjá hoyvíkingum hetta kappingarárið. Eitt kappingarár, sum í einstøkum førum hevur víst, at knotur eru í ungu monnunm, men sum í nógv størri mun hevur prógvað, at tað skal rættiliga nógv til, áðrenn teir av álvara skulu gera seg galdandi í kappingini.

Fyrst og fremst tykist venjingarstøðan hjá fleiri av leikarunum als ikki at vera nóg góð. Hetta er ein somikið grundleggjandi lutur í spælinum, at er hesin ikki til staðar, er ógvuliga avmarkað, hvørjar vónir liðið skal seta sær sjálvum.

Sjálvandi hevði tað heldur ikki gjørt skaða, um ein ella tveir sterkir leikarar vórðu fingnir til vega, tí í løtuni er Halgir alt ov einsamallur, tá tað ræður um at skjóta mál. Gaman í telist hann millum bestu álopsleikarar í landinum, men tá liðið at kalla ikki hevur aðrar streingir at spæla uppá, gerst tað heila alt ov einstáttað, soleiðis at mótstøðuliðini kunnu leggja rættiliga einfaldur ætlanir um, hvussu hoyvíkingarnir skulu steðgast.

Hjá runavíkingunum stendur ikki nógv betri til. Stórar vónir vórðu settar, tá liðið í ár fekk styrk av fyrst tveimum og síðani trimum útlendskum leikarum, men úrslitini av hesum hava enn ikki verið sjónlig. Ikki tí, ofta hevur verið nær við, men væntandi orka hevur helst gjørt sítt til, at tað sjáldan er blivið til meira enn næstan.

Runavíkingarnir hava tó enn ein møguleika, tá teir um vikuskiftið taka ímóti kollfirðingum. Fæst stig úr hesum dysti, slepur Tjaldur av niðasta sessinum, men um so skal verða, skal munandi betri skil fáast á spælið. Kanska telir tað til teirra fyrimun, at kollfirðingar einki hava at spæla fyri, men ein sigur skal tó á ongan hátt roknast fyri ein sjálvfylgja. Tað tosar stigatalvan sítt sólarklára tos um.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

H71: Johnnu Durhuus 6, Halgir Dahl Olesen 5(2), Hallur Danielsen 4, Olaf Vestergaard 4(1), Agnar Højgaard 3, Anfinn N. Debess 2, Rene Dahl Olesen 1, Høgni Joensen 1

Tjaldur: Sverri Justinussen 7, Svein í Heiðunum 4, Dejan Macut 4, Tummas Magnussen 4, Arnfinn Langgaard 4, Dánjal Kjærbo 3, Ragnar Olsen 1

Brotskøst: H71 9, Tjaldur 1

Útvísingar: H71 3, Tjaldur 3

Diskvalifikatiónir: H71 2 (báðar beinleiðis reytt)

Burturvísing: Tjaldur 1