Tjaldur bakkaði fyri HSF

Hóast Tjaldur illa vildi góðtaka dystarflytingina, sum Kappingarnevndin hjá HSF framdi við bert einum daga varni, so er felagið sinnað at spæla hálvfinalu á Skála í kvøld.

Soleiðis verða tvær hálvfinalur á skránni í hondbólti í kvøld.

Dysturi á Skála byrjar klokkan 19.30, og hjá monnum spæla Neistin og KÍF klokkan 20.00.