Tjaldrið er sannførandi føroyameistari

5-mannafør kvinnur: Sigurin í dag ber við sær, at Tjaldrið undan ólavsøku er tíggju stig undan næsta avbjóðaranum

Tað restar eitt stig í fulla úrtøku, nú seks av sjey kappingum eru avgreiddar. Í dag vann Tjaldrið fyri sættu ferð, og Tjaldrið við kvinnum hevur longu undan ólavsøku tryggjað sær FM heitið. Og tað skal valdast so sannførandi, sum kvinnurnar í Róðrarfelagnum Tjaldur á Glyvrum, hava tryggjað sær FM heitið.

 

Frá Tjaldrinum og teimum 41 stigunum eru tað 10 stig aftur til fremsta avbjóðaran. Fremsti avbjóðarin er Blikur av Argjum, sum í dag endaði á triðja plássi, og sum hevur 31 stig í FM kappingini.

 

Í dag var tað spenningur um fremsta plássið, og tað var sera stórur spenningur um næstfremsta plássið.

 

Tjaldrið var skutin undan Fípuni Føgru úr Klaksvík, og Fípan Fagra var reingina frammanfyri Blik av Argjum.

 

Í FM kappingini er Leikalind hjá Róðrarfelagnum Tindur í Eysturkommunu á bronsuplássi. Í dag endaði Leikalind á fjórða plássi – eitt lítið vet aftanfyri Blik.  

 

-

 

1Tjaldrið (NSÍ)05:09.23
2Fípan Fagra (KRF)05:10.29
3Blikur (AR)05:11.13
4Leikalind (Tindur)05:12.02
5Svanur (Skála)05:12.17
6Teistin (AR)05:15.02
7Drekin (HR)05:15.39
8Royndin Fríða (VK)05:19.21
9Frúgvin (MR)05:28.00

 

stavnur.fo

 

-

 

1Tjaldrið (NSÍ)41
2Blikur (AR)31
3Leikalind (Tindur)29
4Svanur (Skála)23
5Fípan Fagra (KRF)17
6Drekin (HR)14
7Teistin (AR)13
8Royndin Fríða (VK)0
9Frúgvin (MR)0